Stórur dagur hjá Hwarang Føroyar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

05.12.2017 - 23:09

Ítróttur >

Leygardagurin var stórur dagur hjá Hwarang, einasta taekwondofelagnum í landinum, sum heldur til í Søldarfirði.

Philip Reyes, fyrrverandi venjari hjá “dronginum við svarta beltinum” Høgni, var í Føroyum og gradueraði uml. 90 føroyingar í øllum aldursbólkum.

Fyri fyrstu ferð varð eitt lið av vaksnum íðkarum graduerað.

Síðani felagið var stovnað, er áhugin fyri at ganga til taekwondo alsamt øktur, og felagið sigur, at bíðilisti er til øll liðini.

Tíðindaskriv frá Hwarang Føroyar