Stórur eldur á Bakkanum í nátt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

25.11.2017 - 09:15

Tíðindi > Danmark

Løgregla og sløkkiliðsfólk í Danmark máttu seint í gjárkvøldið fara út til undirhaldsgarðin Dyrehavsbakken, norðan fyri Keypmannahavn, har ein stórur eldur var kyknaður. Hetta skrivar DR tíðliga í morgun.

Fleiri bygningar brunnu, og 38 sløkkiliðsfólk og 12 bilar vóru við til at sløkkja eldin. Neyðugt var við hjálp frá fleiri øðrum sløkkiliðsstøðum, og eldurin varð sløktur tíðliga í morgun.

Ein av bygningunum var ein biografur, og tað er hann tøkningar fara at miðsavna seg um, tá teir fara at kanna hendingina.
Ongin mannskaði stóðst av hendingini, og tað er onki sum bendir á, at eldurin var ásettur.