Stórur meiriluti av norðmonnum vil varðveita oljuvinnu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

26.08.2017 - 15:29

Oljan >

Ein greiður meiriluti - 70% - av norðmonnum heldur, at tað hevur stóran týdning at varðveita norsku oljuvinnuna, vísir ein kanning, sum norska bransjufelagið hjá norsku oljuvinnuni, "Norsk olje og gass" hevur gjørt.

Hóast ymiskleika, so er tað ein meiriluti í øllum aldursbólkum og landspørtum - og eisini millum menn og kvinnur - sum ynskja at varðveita oljuídnaðin, skrivar "Klassekampen" sambært NTB tíðindastovuni.

Fyri alt landið merkir tað, at 70% svara ja uppá spurningin, um tað hevur týdning at varðveita olju- og gassvinnuna í Norra. 16% svara nei, meðan 13% siga seg ikki vita.

Kvinnur eru meira skeptiskar enn menn, og tey yngru eru meira ivasom enn tey eldru. Fòlk í Oslo og Akerhus eru tey mest skeptisku, meðan vesturlendingar eru teir mest jaligu.

"Hetta úrslitið vísir, at tað er ein greiður meiriluti, sum stuðlar vinnuni í øllum pørtum av landinum. Fyri okkum er hetta sera hugaligt og gott," sigur stjórin í Norsk olje og gas, fyrrverandi fiskimálaráðharrin Karl Eirik Schjøtt-Pedersen.  Hann sigur kanningina at vera eina vitamininnspræning fyri tey meira enn 200.000 fólkini, sum arbeiða í oljuvinnuni.