Jákup á Borg til ein venjingardyst millum B36 og Skála fyrst í februar (Mynd: Sverri Egholm)

- Stórur munur á at vera leikari og venjari

Agnar Frederiksen

09.03.2018 - 21:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Betri deildin hjá monnum verður bríklsað í gongd sunnudagin, og Portalurin fer næstu dagarnar at hava samrøður við leikarar og venjarar frá øllum liðunum.

Hann er mest skorandi leikarin í fremstu mansdeildini við 153 málum. Hann hevur vunnið sjey FM-heiti sum leikari. 38-ára gamli havnarmaðurin hevur eisini umboðað A-landsliðið 61 ferðir. Jákup á Borg er ein legenda í føroyskum fótbólti.

Eftir trý ár sum leikandi hjálparvenjari, tók Jákup við starvinum sum høvuðsvenjari í B36 undan kappingarárinum í fjør. Hann fer nú í gongd við ár nummar tvey við róðrið hjá árstalsfelagnum. Jákup sigur soleiðis um tað at venja eitt av oddaliðunum í Betri-deildini.

- Nú havi eg bert roynt at havt evstu ábyrgd hjá B36. Vit í B36 hava rokkið Evropa seinastu 5 árini, og hetta merkir so, at felagið er at rokna sum eitt topp-lið. Tað setur sjálvandi eitt sindur størri krøv til venjaran, enn um man til dømis var venjari hjá einum liðið, har man kanska bert skuldi klára at hildið seg í deildini. Men eg trívist væl í felagnum; eg elski at vinna og HATI at tapa. At vera venjari í bestu deildini er sera krevjandi. 

- Eg helt meg altíð taka nógva ábyrgd sum leikari, og roknaði ikki við, at tað fór at vera stórur munur á at vera leikari og venjari – men tað er tað avgjørt. Tað krevur nógv at vera venjari, tí tá situr tú við einari sera stórari ábyrgd. Av tí sama eri eg farin niður í tíð í starvinum hjá Bilrøkt.

B36 hevur ikki havt nógva tilgongd til hetta kappingarárið. Jákup fegnast tó um, at dugnaligir leikarar eru komnir inn fyri teir, ið ikki eru við meira, og at hópurin sær spennandi út.

- Eg eri væl nøgdur við hópin. Vit hava havt nakað av frágongd, men eg havi sanniliga fingið góðar leikarar í hópin. Meinhard Olsen er nú við frá byrjan, Jónas Tór Næs er komin fyri Høgna Eysturoy, Trygvi Askham fyri Tórður Thomsen, og Kaimar Saag avloysir Patrik Johannesen í álopinum. So hava vit eisini mist Gest B. Dam, Jógvan Skeel og Pætur Petersen. Men teir ungu leikararnir, sum stóðu seg væl í fjør, eru nú eitt ár eldri og enn meira til reiðar til uppgávuna. 

- Eg meti eisini, at leikararnir tykjast ógvuliga svangir. Vit spældu góðan aggresivan álopsfótbólt síðsta ár, og hetta hóskar best til teir leikararnar, sum eg havi í hópinum. Tó lótu vit dekan ov nógv løtt mál inn. Vit gjørdu millum annað met nógv brotsspørk – sjey av slagnum

Jákup á Borg væntar, at sum heild fer oddurin Betri deildin at síggja líka út um undanfarnu ár, men at hansara fyrrverandi starvsfelagið og venjari í B36 og hansara menn, møguliga kunnu gera ein vørr:

- Eg vænti, at vit fara at síggja somu lið verða í topp 5 í ár, sum tað vóru síðsta ár (Víkingur, KÍ, B36, NSÍ og HB, red.). Tó plaga onkur lið at yvirraska, og síggi eg kanska Skála sum eitt spennandi lið. Skála hevur fingið tilgongd av fleiri leikarum og teir hava fingið ein sera góðan venjara í Eyðuni Klakstein.

- Vit vilja vinna so nógvar dystir sum tilber. Sum sagt: Eg HATI at tapa. Í fjør gjørdust vit nummar 3 og endaðu í steypafinaluni, og koma akkurát ikki víðari í Europa League. Man vil allatíðina mennast og gerast betri, so í toppinum vilja vit gjarna vera. Tó so; tað eru onnur lið, sum hava lagt nógv fyri at styrkja seg til komandi kappingarár, so tað krevur nakað serligt frá mínum monnum. Tað krevur nakað, sum eg veit at teir megna, um teir arbeiða væl saman og eitt sindur av hepni fylgir okkum. So kunnu vit enda heilt ovast, tá kappingin er av.

Lýs teg sjálvan sum venjara við trimum orðum
Krevjandi og ambitiøsur við vinnaravilja

Lýs felagið B36 við trimum orðum
Mítt annað heim, pláss fyri øllum, mennandi

Besta fótbóltsminni
Minnini eru so óluksáliga nógv. Men serliga tey sjey meistaraheitini hava verið stuttlig at vunnið. Sum venjari var seinna hálvfinala síðsta ár móti HB eisini nakað serligt.

Tín fyrmynd sum venjari
Mær dámdi væl og lærdi nógv av at hava Tomislav Sivic, Kristoff Popczynski og Mikkjal Thomassen sum venjarar. Jógvan Norðbúð havi eg serliga nógv at takka, tí hann gav mær møguleikan í 1996 sum bert 16 ára gamal. Eg hevði ynskt, at eg kundi sagt at Mourinho var mín fyrimynd sum venjari, men so er ikki. Tann hátturin, sum Guardiola fær síni lið at spæla uppá, er fantastiskur at síggja. Eisini haldi eg, at Zinedine Zidane er ein ógvuliga dámligur gentlemaður.


Les eisini: Jákup B. Andreasen: Heilt serstakt fyri meg at umboða KÍ

Les eisini: AB skal stríðast fyri lívinum

Les eisini: Arnbjørn Hansen: - Havi máltev, men eri kanska eitt sindur dovin

Les eisini: Nýggjar tíðir í Sarpugerði

Les eisini: Spennandi hópur á Skála

Les eisini: HB-málverjin ger runavíkingar til favorittar

Les eisini: Suðringar broyta spælistíl