(Mynd: EPA)

Stórur partur av Evropa raktur av kava og kulda



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.12.2017 - 12:33

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Veturin hevur rakt Evropa so mikið, at flogferðslan er hart rakt. Í Bretlandi hevur kava so nógv, sum tað ikki hevur gjørt seinastu fýra árini, og fleiri motorvegir eru stongdir, tok eru seinkað og nógv túsund heim hava ongan streym.

Bretskir miðlar kalla dagin fyri ’Svarti ís-mánadagur”.

Men tað er serliga flogferðslan, ið er rakt av kavanum og nógvu kuldastigunum. Eitt nú hevur British Airways 50.000 ferðafólk, ið sita veðurføst í floghavnum í og uttan fyri Bretland, skrivar The Independent.

Í Heathrow í London eru yvir 150 flogferðir avlýstar, og roknað verður við at einar 70 fráferðir afturat verða av ongum.

Danmarks Radio skrivar, at ein teirra, ið liggur veðurføst í Bretlandi, er Margreta drotning, ið skuldi koma heim til Danmarkar við einum flogfari í dag. Av tí sama er ein móttøka á kongsborgini í dag avlýst, skrivar Ritzau.

Eisini í Kastrup eru seinkingar. Sambært heimasíðuni hjá Atlantsflog, eru teira flogfør tó ikki rakt av seinkingum.

Eisini í Týsklandi er nógvur kavi komin niður. Í gjár vórðu 300 fráferðir frá floghavnini í Frankfurt avlýstar, og í Düsseldorf var ongin flúgving seinnapartin í gjár.