(Mynd: Eilif Jógvansson)

Stórur prísmunur á Effo-bensini

Ingi Samuelsen

18.02.2016 - 11:14

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Bilar

Hóast bensinstøðirnar eita tað sama, so kann tað loysa seg at kanna prísirnar, áðrenn ein velur at fylla sær tangan.

Í gjár, til dømis, var prísurin á bensini 20 oyru/liturin bíligari hjá Effo á Strondum, enna hjá Effo í Skálafirði.

Í gjár valdi Effo at hækka prísirnar á bensini við 20 oyrum og diesel við 7 oyrum (Magn hevur síðan eisini lækka sínar prísir tilsvarandi), og teir prísirnir vórðu frá klokkan 11 í gjár galdandi á øllum bensinstøðum, sum Effo eigur.

Men Effo eigur ikki allar støðirnar, sum selja Effo-bensin. Á strondum eigur Effo bygningin, men leigar raksturin út til ein privatan.

- Øll sølustøðini fáa fráboðan um okkara vegleiðandi prísir, men tær støðirnar, sum vit ikki eiga, avgera sjálvar, hvør prísurin er. Og eigarin av bensinstøðini á Strondum hevur helst valt at bíða við at hækka sínar prísir, sigur Hans Waag, leiðari fyri marknaðarføring og retail handil hjá Effo.