Fyrsti decom pallurin komin til Cromarty Firth í Norðurskotlandi

Stórur ”decom” sáttmáli við skotska havn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

11.02.2018 - 15:44

Oljan >


Hóast nógvir av mongu oljupallunum í Norðsjónum longu hava tænt sína tíð og ikki framleiða longur ella eru um at gevast við framleiðsluni, so er enn ikki komin verulig gongd á hesa nýggju vinnuna, sum er mett at kunna fevna um hundraðtals milliardir kr. komandi nógvu árini. Tá oljufeløg á sinni fingu loyvi at fara undir framleiðslu í eitt nú Norðsjónum, so fylgdi tann treyt við frá myndugleikunum, at oljufeløgini skuldu binda seg til at rudda upp eftir seg, tá oljukeldurnar vóru tómar. Og fyri mangar av keldunum er tíðin komin til ”decom”, har pallur, útbúnaður á havbotninum ol. skal takast niður og sundur.

Ein av hesum infrastrukturum er ”Greater Dunlin Area’s subsea infrastructure”, sum oljufelagið Fairfield Energy eigur. Hesin fevnir um Osprey og Merlin keldurnar, sum eru knýttar í Dunlin Alpha pallin. Tað hevur latið fyritøkuni Bibby Offshore uppgávuna at taka pallin niður og flyta hann til lands. Arbeiðið er í gongd og er fyrsti parturin av útbúnaðinum komin til havnina í Cramarty Firth í Norðurskotlandi. Hetta er fyrsta uppgávan av hesum slag, sum henda skotska havnin hevur fingið. Talan er um eina trý ára uppgávu fyri nógvar milliónir kr.

beint nú