Neistin og H71 leikti eina tætta og góða hálvfinalu í Hoyvík mikukvøldið. (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur spenningur í Vestmanna og í Høllini á Hálsi

Agnar Frederiksen

11.02.2018 - 14:25

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Kl.16.00 er fyrsta bríksl í Høllini á Hálsi, og samstundis fer dysturin í høllini í Vestmanna í gongd. Fýra manslið ið kappast um finaluplássini.

Tað er púra opið undan teimum seinnu hálvfinalunum. H71 og Kyndil hava tó ein fyrimun eftir fyrru hálvfinalurnar ímóti ávíkvist Neistanum og VÍF. Hoyvíkingar vunnu heimadystin á Neistanum mikukvøldið við tveimum málum, meðan Kyndil kvøldið eftir sendi VÍF aftur til Vestmanna við einum trý-máls tapið. Talan var um tvær sera tættar hálvfinalur.

Í dag hava Neistin og VÍF fyrimun við heimavølli. Tann fyrimunurin er helst størri hjá VÍF. Liðini vita hvat krevst fyri at røkka finaluni í Faxe Kondi kappingini, og lagt er upp til tvær spenanndi hálvfinalur.

H71 hevur vunnið steypakappingina hjá monnum tvey tey seinastu árini. 

Hjá kvinnum er tað mesta komið uppá pláss. Kyndil vann í gjár við ellivu málum á H71. Í fyrru hálvfinaluni vann Kyndil eisini ein sigur uppá ellivu mál. Nú kl.14.30 spæla VÍF og VB seinnu hálvfinaluna í Vetmanna. Tað skal eitt minni undur til, um VB skal koppa oddaliðnum í Hvonn-deildini á útivølli. VB tapti við tíggju málum á heimavølli, so alt bendir á, at finalan verður ímillum Kyndil og VÍF.  

Faxe Kondi kappingin í dag:

Kvinnur:

14.30: VÍF - VB(28-18)

Menn:

16.00: VÍF - Kyndil  (25-28)
          Neistin - H71(25-27)