Mynd: VP

Stórur steinur leyp á Oyggjarvegnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

24.01.2018 - 08:16

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Ferðsla

Klokkan 22.19 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðanum um at stórur steinur var lopin oman á Oyggjarvegnum. Steinurin lá nakað norðanfyri Hundsarabotn.

Hóast talan var um stóran stein, var gjørligt at koyra á vegnum.

Løgreglan boðaði landsverk frá, sum fóru niðan at rudda steinin burtur.

Steinurin leyp oman á einum stað, har tað plagar at leypa, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Tá talan eru um stórar steinar plagar løgreglan at senda bil niðan at ávara førarar. Seinast tað leyp á staðnum, leyp so nógv, at tað ikki var koyrandi.

Nú tað verður lýggjari í veðrinum, eftir at frost og kavi hevur verið, er vanligt at tað leypur. Hetta hendir, tí at frosturin fer úr aftur bønum.