Tilvaildarlig mynd (Mynd: Hotel Hafnia)

Stórur vøkstur í gistingunum í Føroyum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.02.2018 - 10:10

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Útvið 175.000 gistingar vóru seldar í Føroyum í 2017. Hetta er 15.000 fleiri enn árið fyri, ella ein vøkstur upp á 9 prosent. Talið á innskrivingum tilsamans var eini 14 prosent hægri enn í 2016.

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni yvir gistingar frá Hagstovuni. Talan er um gistingar á gistignarhúsum, ból og bita, íbúð/hús og kamping.

Hjá gistingarhúsunum vóru innskrivingarnar 62.000 í tali, einar 7.400 fleiri enn í 2016, svarandi til ein vøkstur upp á 14 prosent. Kømurini á gistingarhúsunum blivu leigað út 91.800 nætur í fjør, ein øking upp á 8.600 í mun til 2016, ella ein vøkstur á 10 prosent, skrivar Hagstovan.
Persónsgistinæturnar á gistingarhúsunum vóru útivið 143.00 í 2017, einar 15.300 fleiri enn í 2016, svarandi til ein vøkstur upp á 12 prosent.
Frásæð eina afturgongd í innskrivingunum í 2014, so hevur vøkstur sum heild verið í tølunum fyri gistingarhúsini øll árini síðan 2013.

Gistingarhúsvinnan er sera árstíðarbundin. Virksemið slaku vetrarmánaðirnir er bert er ein sætting av virkseminum í juli mánaði, har flestu gistingarstøð eru fullsett. Í 2017 er ongin størri broyting í myndini í so máta, men sæð í mun til 2016 er innskrivingarnar tó hægri allar mánaðirnar, upplýsri Havstovan.

Fólk við bústaði í Føroym hava vanliga staðið fyri triðinginum av innskrivingunum á gistingarhúsunum. Parturin hjá útlendingum hevur tó sum heild verið vaksandi síðan 2013, og var parturin hjá útlendingunum í 2017 komin upp á 70 prosent.

Les eisini: Hotel Havgrím verður liðugt í summar

Les eisini: Hotel Føroyar tvífaldar kapasitetin

Les eisini: Hotel Tórshavn verður tvífaldað