Terapeutur til Heimatænastuna –  Suðurstreymoyar Øki 1



Eitt fast fulltíðarstav sum terapeutur í Suðurstreymoy Øki1, frá 1. august 2013 ella skjótast til ber.

Uppgávan hjá terapeutinum er at:
• Meta um førleika og tørv á tiltøkum
• Veita ADL- og funktiónsvenjing
• Veita vegleiðing til starvsfólk og avvarðandi í at vera um brúkaran
• Veita ergonomiska vegleiðing, undirvísing og ráðgeving til starvsfólk og avvarðandi
• Gera uppfylgjandi arbeiði í samband við útskrivan frá sjúkrahúsi
• Viðvirka við meting, útvegan og nýtslu av hjálpartólum, húsabroytingum v.m.

Heimatænastan hevur sett á stovn gerandisrehabilitering, sum verður veitt við tí endamáli, at borgarin gerst meira sjálvbjargin og tí kann megna gerandisdagin longst møguligt í egnum heimi. Starvast verður tvørfakliga.

Vit søkja eftir fólki:
• Við útbúgving sum fysioterapeutur ella ergoterapeutur
• Við góðum samstarvsevnum, og sum kann arbeiða sjálvstøðugt

Størvini eru lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til økisleiðaran Cecilia Vestureið á telefon 79 31 00 ella 79 31 01

Umsókn
Umsókn við avriti av autorisatión, prógvi v.m skal sendast til:

Heimatænastan
Smyrilsvegur 13
100 Tórshavn

Umsóknarfreist: 5. juli 2013