Stoypa nú skráan á Eiðinum í Svínoy



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.08.2017 - 08:02

Tíðindi > Norðoyggjar - Svínoy

Nú verður skjótt møguligt at koma koyrandi til Svínoyar við bilaferju.

Farið er nú undir at stoypa nógv umrødda skráan, sum skal gera tað møguligt at leggja at við havnina á Eiðinum í Svínoy við bilaferju, so at tað verður møguligt at koyra í land.

Serliga í sambandi við oljuflutning hevur tað í Svínoy leingi verið stórur tørvur á at fáa oljubil út í oynna ístaðin fyri at rulla aftur og fram við brennievni í tunnum.

Landið og Klaksvíkar kommunan eru felags um at fíggja arbeiðið við at byggja skráan í Svínoy, sum væntandi verður liðugur í næsta mánaði.

Myndirnar her, hevur John Nielsen lagt út á YouTube í gjár.