Savnsmynd

Strandingar framdu eitt satt bragd á Hálsi




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

02.03.2017 - 21:45

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Um miðjan fyrra hálvleik fóru neistamenn frá strandingum í dysti teirra í FTZ deildini í kvøld. Men at strandingar eru treiskir og kempa sum úlvur á skóg sóu vit enn eitt dømi um í kvøld. Aftanfyri við heili átta málum í hálvleikinum (19-11) megnaðu strandingar at finna neyðugu mentalu styrkina, og so fingu teir eitt stig burturúr ómakinum. Eitt fyrimyndarligt comeback.

Tað sá avgjørt út longu í hálvleikinum, tá strandingar veruliga vóru í kolkjallaranum, men einastaðni hava teir so fingið íblásturin, tí teir komu út sum svakir menn, frá byrjan av í øðrum hálvleiki, og byrjaði bólt fyri bólt at telgja burtur av neistaleiðsluni. Við einum máli fyri og øðrum eftir høgdu teir neistan niður, men teir bardust eisini, og fingu svarað aftur við nøkrum málum. Men maskinan hjá strandingum var komin í sving, og armurin hjá stórskjúttanum, Sveini Justinussen var blivin heitur. Heili 13 mál høgdi hann í netið, og tá alt varð talt saman, og síðsta bríksl ljóðaði rakk tað til ein 28-28 javnleik.

Eitt úrslit sum strandingar avgjørt eiga at vera stórliga fegnir um, og sum Neistin eigur at iðra seg øgiliga nógv um.

Úrslit:

Neistin - StÍF 28-28 (19-11)

Toppskjúttar:
Neistin: Rói Berg Hansen - 7 mál
StÍF: Sveinur Justinussen - 13 mál