(Mynd: Suðurrás)

Streymur og fartelefonnet í Hvalba og Sandvík er ikki komið aftur enn

Niels Petersen

10.09.2016 - 10:33

Tíðindi > Suðuroy

Stórir partar av Suðuroynni mistu streymin i nátt, men ikki allastaðni er hann komin aftur enn. Í Hvalba og í Sandvík hava tey framvegis ongan streym og ei heldur virkið fartelefonnet. Orsøkin er, at tvær útgangandi linjur frá Tvøroyri koblaðu út.

Tað eyðnaðist SEV at leggja linjuni til Porkeris um aftur, men trupulleikin við linjuni til Hvalbiar og Sandvíkar bleiv ikki loystur.

Finn Jakobsen, deildarleiðari fyri elnetið hjá SEV, segði í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum klokkan 10, at linjumenn hjá SEV hava roynt at loyst trupulleikan, men tað eyðnaðist ikki, tí vindurin var ov nógvur.

Hann segði, at tað er neyðugt at fara upp í SEV-pelarnar, fyri at loysa trupulleikan, og tað er ov vandamikið í so nógvum vindi.

Smærri streymslit vóru eisini aðrastaðni í landinum í nátt, men í flestum støðum kom streymurin aftur eftir lítlari løtu.

Umframt streymslit og manglandi fartelefonnet hendu fleiri skaðar í Hvalba tíðliga í morgun. Millum annað fór takið á einum úthúsið, ein garaguhurð varð sogin út og onkur rútur fór.

Sløkkiliðið á Tvøroyri kom beint fyri klokkan 07 til Hvalbiar, at tryggja tað, sum farið var.

Nær Hvalbingar kunnu vænta sær streymin aftur er enn ógreitt, men farið verður upp í mastrarnar so skjótt sum veðrið loyvir tí, siga tey frá SEV.