(Vevmynd: Landsverk)

Streymurin farin í Kvívík og í Vágum - verður helst aftur um ein tíma



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

07.12.2017 - 07:55

Tíðindi > Veðrið

Ongin streymur er í løtuni í einum stórum øki í Streymoynni og Vágum. Í morgun legðist klakin so tungur á eina linju frá Vestmanna og suðureftir, at streymurin fór.

Í løtuni liggja bygdirnar Miðvágur, Sandavágur, Skælingur, Kvívík, Stykkið, Leynar og so Kollafjarðardalur í streymloysi.

Rakstrarleiðarin á Sev upplýsir, at fólk eru farin út at kopla um, so at streymurin til økið ístaðin kemur frá verkinum á Sundi.

Men tað kann taka ein hálvan upp í ein tíma áðrenn streymurin verður aftur, verður sagt.