Mynd: Sverri Egholm

Streymurin farin í øllum meginøkinum

Jens Hákun Leo

23.12.2016 - 22:20

Tíðindi > Veðrið

Fyri løtu síðan fór streymurin í øllum meginøkinum. 

Eftir øllum at døma er streymurin farin í Streymoynni, Eysturoynni og eisini í Klaksvík.

Vit vita enn ikki, hví streymurin er farin, men er hugsandi, at ringa veðrið hevur gjørt sítt til, at streymurin er farin. 

Streymurin fór um 22.15-22.20-tíðina. 

Væntandi er, at streymurin kemur aftur um ein hálvan til ein tíma.

Grein uppdaterað: 23.00 - 23.12.2016