Sterki maðurin í Saudi Arabia

Stríð í Saudi Arabia kann hava við sær oljuprís uppá 70 dollarar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

07.11.2017 - 17:28

Oljan >


Hendingarnar í Saudi Arabia seinastu dagarnar, har fleiri av ovurríku prinsunum, sum eru við til at stjórna landinum, eru koyrdir frá, kunnu fáa stóra ávirkan á framtíðar oljuprísin, so mikið stóran, at hann kann fara upp um 70 dollarar siga eygleiðarar sambært Sysla.offshore.

Saudi Arabia hevur ikki ráð til, at oljuprísurin fer at lækka aftur, soleiðis at inntøkurnar frá oljuni fara at minka, sigur  oljupríseygleiðarin Roberto Friedlander við amerikonsku sjónvarpsstøðina CNBC. Hann heldur, at landið fer at gera alt tað er ment fyri at fáa oljuprísin upp á 70 dollarar heldur enn at skula síggja hann minka niður aftur á 50 dollarar. Støðan í Saudi Arabia merkir, heldur viðmerkjarin, at talan verður heldur um ein oljuprís uppá 70 dollarar enn 50 dollarar.

Mohammad bin Salman, sum hevur koyrt 11 prinsar frá og sett ráðharrar í fongsul, vil við hesum tryggja ein vøkstur í búskapinum eitt nú gjøgnum hægri oljuprís. Og tað krevur, at oljuprísurin ikki lækkar aftur í bræði. Hann arbeiðir so eisini fyri at fáa almenna saudiarabiska oljufelagið Saudi Aramco á altjóða børsin.

Seinastu hendingarnar kunnu umframt at styrkja reformvinarliga vongin hjá Salman eisini skapa størri órógv millum Saudi Arabia og Iran.

Saudi Arabia er heimsins størsti oljuframleiðari við 10 mill. tunnum av olju um dagin.