Jákup Mikkelsen, tingmaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Stríðið í Kringvarpinum í Løgtingið

Ari av Rana

18.01.2018 - 14:42

Tíðindi > Mentan > Miðlar & fólk

Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, §52 fyrispurning um málið um frákoyrda tíðindaleiðaran í Kringvarpinum.

Millum annað vil Jákup Mikkelsen hava landsstýriskvinnuna at svara, um hon tekur undir við, at Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.

Eisini spyr Jákup Mikkelsen, um landsstýriskvinnan tekur undir við, at KVF-stjórin hevur ovast dagligu leiðsluna, og at tað er stjórin, sum setir og loysir starvsfólk úr starvi.

Víðari spyr Jákup Mikkelsen, hví landsstýriskvinnan hevur lovyt Mentamálaráðnum at geva Kringvarpinum tænastuboð, um ikki at seta nýggjan tíðindaleiðara, hóast hægsti myndugleikin fyri Kringvarpið er stýrið, sum skal tryggja, at KVF er og eigur at vera óheft frá allar politiskari uppíblandan.

Og so spyr Jákup Mikkelsen, um landsstýriskvinnan, við sínum tænastuboðum, í veruleikanum ætlar at taka avgerð um, hvør skal virka sum tíðindaleiðari fyri Kringvarpið, og um hvat politiskt motiv hon hevur fyri hesi avgerð móti Kringvarpinum.