Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Stríðið um Tvøroyri: Kristin vent sær til løgmann

Sverri Egholm

11.01.2018 - 14:38

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, hevur vent sær til formannin í Javnaðarflokkinum og løgmann, Aksel V. Johannesen, um stríðið í býráðnum á Tvøroyri.

Hetta skilir Kringvarpið.

Tað er stríð um nevndarsessirnar á Tvøroyri, tí nýggi meirilutin í býráðnum vil hava nevndirnar valdar av nýggjum, men enn hevur tað ikki eydnast at fingið ein býráðsfund í lag. Ætlanin var, at býráðsfundur skuldi vera mánadagin 8. januar, men tað bleiv tá útsett uttan grundgeving.

Enn er hvørki eykabýráðsfundur ella útsetti býráðsfundurin lýstir, skrivar kvf.fo.

Kristin Michelsen er ikki valdur í Tvøroyrar býráð fyri Javnaðarflokkin, men situr í løgtinginum fyri Javnaðarflokkin.

Les eisini: Minnilutin krevur ov nógv