Tjóðarfløgg Ísraels og USA hanga uttanfyri kommunubygninginum í Jerusalem (Mynd: EPA)

ST-trygdarráðið hevur snarfund um Jerusalem



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

07.12.2017 - 13:04

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

ST-trygdarráðið skal fundast í morgin um avgerðina hjá USA at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels. Hetta segði formansskapurin í ráðnum, Japan, fyri AFP.

Fundurin verður í morgin kl. 15 eftir umbøn frá 15 limalondum. Hesi eru Frakland, Bolivia, Egyptaland, Italia, Senegal, Svøríki, Bretland og Uruguei.

ST-trygdarráðið fer at kjakast um fleiri ymisk evni, men viðurkenningin av Jerusalem er mest aktuella evnið.

Tey átta londini í trygdarráðnum biðja ST-aðalskrivaran Antonio Guterres, um at leggja fram frágreiðing um avgerðina hjá USA at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, og at flyta sendistovuna hjá USA úr Tel Aviv til Jerusalem, skrivar Reuters.

Antonio Guterres hevur tó sagt, at støðan hjá Jerusalem einans kann avgerast við samráðingum millum Ísrael og Palestina.