Stuðulskonsert í Manchester: Byrjaðu við tøgn

Sverri Egholm

04.06.2017 - 21:02

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Kend nøvn sum Coldplay, Justin Bieber, Miley Cyrus og Katy Perry spæla í kvøld konsert á Old Trafford krikkettvøllinum í Manchester.

Byrjað var við tøgn í ein minutt fyri at minnast tey, sum doyði í bumbu álopinum á Manchester Arena tann 22. mai, tá sangarinnan Ariana Grande júst var liðug at framføra.

Tað er Ariana Grande, sum skipar fyri konsertini og hon hevur fingið øll tey stóru nøvnini at framføra saman við sær í kvøld.

Allur peningurin, sum verður savnaður inn fer í ein stuðulsgrunn til frama fyri teimum deyðu og familjum teirra. Higartil hava tey savnað 50 milliónir krónur.

22 doyðu og 116 vórðu løstað í bumbuatsóknini í Manchester, har gerningsmaðurin eisini doyði.