Stuttligur tíðindafundur: Van Gaal strammaði reyvarbøllin

Hanus Samró

23.01.2015 - 20:14

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Mancester United spæla í kvøld kl.20.00 fjórða umfar í FA Cuppini, tá teir á útivølli bresta saman við Cambridge. Seinastu tíðina hevur venjarin hjá Manchester United, Louis Van Gaal, verið undir stórum ágangi, tí hann heldur fast við 3-5-2, meðan viðhaldsfólkini og fótbóltserfrøðingarnir siga, at United spæla betur undir 4-4-2.

Á tíðindafundinum í gjárkvøldið varð Louis Van Gaal konfronteraður við spurninginum, men journalisturin fekk eitt heldur øðrvísi aftursvar:

- Vit hava vunnið fleiri dystir við 4-4-2, men um tú analyserar dystin, hava vit verið fjálturstungnir á beinkinum. Eg segði aftaná dystin móti QPR, at eg sat og strammaði reyvarbøllin, men eg fekk at vita, at tað var skeiva orðið. Eg sat óróligur á afturpartinum.

Hoyr tíðindafundin her: