Eyðun Magnussen og Artur Johansen, borgarstjóri (Mynd: sjovarkommuna.fo)

Stykkja 52 grundstykki út á Strondum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.02.2018 - 08:41

Tíðindi > Eysturoy - Strendur

Sjóvar kommuna og byggifelagið Kreton hava gjørt avtalu um at gera stóra útstykking á Strondum. Avtalan varð undirskrivað fyrr í vikuni millum Artur Johansen, borgarstjóra, og Eyðun Magnussen, vegna Kreton.

Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at talan er um tvær útstykkingar. Við Hálsatjørn veraða 42 grundstykkir og á Fríðufløtum 10.

Samlaði kostnaðurin fyri báðar útstykkingarnar verður umleið 16 milliónir krónur, og er hetta størsta íløga Sjóvar kommuna hevur gjørt síðani nýggi skúlin varð bygdur í 2011. Arbeiðið byrjar í aðru viku og skal verða liðugt til jólar í 2019.

Stórur áhugi er í at seta búgv á Strondum – í løtuni eru 31, sum hava biðið um grundstykki, skrivar Sjóvar kommuna.

Kommunustýrið hevur samtykt, at grundstykkjaprísurin við Hálsatjørn verður 250 krónur fyri fermeturin og á Fríðufløtum verður hann 300 krónur fyri fermeturin.