Salmundur Bech

Suðringar broyta spælistíl

Agnar Frederiksen

06.03.2018 - 15:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Betri deildin hjá monnum verður bríksað í gongd sunnudagin, og Portalurin fer næstu dagarnar at hava samrøður við leikarar og venjarar frá øllum liðunum.

Undan kappingarárinum í fjør gjørdist felagsliðið fyri alla Suðuroynna veruleiki. 2017 var tí á fyrsta sinni talan um eitt samanlagt lið, ið umboðaði alla Suðuroynna í fremstu mansdeildini. Eftir at samanleggingin var komin í lag, var tað trupult at finna venjara. Men seinast í januar varð skotin Maurice Ross settur. Liðið fekk eina sera góða byrjan uppá kappingina, men hevði ikki nógva viðgongd í seinnu hálvu.

Síðani kappingarárið í fjør hava nógvar broytingar verið í hópinum hjá Suðringum. Fleiri av stuðulsleikarunum eru ikki longur í felagnum, meðan fýra nýggir útlendskir leikarar eru komnir til. Venjarin er eisini nýggjur: Maurice Ross er farin til Víking, og sviin Glenn Ståhl hevur nú høvuðsábyrgd av TB/FCS/Royn.

Tað er harvið neyðugt við umstilling hjá Salmundi Bech, og hinum suðuroyingunum. 22-ára gamli miðvallarin ásannar, at talan er um eitt umskifti, men at 46-ára gamli venjarin í Svøríki kemur inn við jaligum broytinum og einum greiðum málið.

- Vit hava mist fleiri av leikarunum, ið vóru í byrjanaruppstillingini í fjør, so tað eru nakrir nýggir leikarar, ið skulu spælast inn og sláa til. Tað er kanska serliga okkara útlendsku leikarar, ið koma at fylla tey plássini. Áskoðararnir hjá okkum hava eftirlýst, at vit skulu spæla meira áskoðaravinarligan fótbólt, og tað er hesin venjarin keyptur inn til.

- Hann gongur høgt uppí, at vit spæla bólt, og hann gongur ótrúliga høgt uppí at vit eru fysiskt væl fyri, og hava vit gjørt nógv við hetta í uppstartinum. 
Salmundur er ein fysiskt sterkur miðvallari, ið eisini kann spæla sum áleypari. Hann er úr Porkeri, og fekk debut í bestu deildini sum bert 16-ára gamal í 2012. Næstu tvey árini spældi hann seg til ein fastan leiklut í besta liðnum hjá FC Suðuroy, ið var aftur í Effodeildini í 2015. Eftir niðurflytingina hetta árið fór Salmundur til arvafíggjandan, TB. Nú hevur Salmundur, ið var darvaður av skaða ein part av seinasta kappingarári, ein lyklaleiklut á samanlagda liðinum. Hann sigur, at málið fyri liðið er at halda seg í deildini, og at hetta hevur sera nógv at siga fyri fótbóltin í Suðuroynni.

- Vit síggja bara positivt uppá uppgávuna, vit hava sum flaggskip innan fótbóltin í Suðuroynni, og vit vita, at vit hava dygdirnar til at fáa eitt gott úrslit í ár. Tað er sjálvandi ótrúliga týdningarmikið at vit kunnu varðveita okkara pláss í bestu deildini, soleiðis at áhugin fyri fótbólti framvegis er stórur her suðri.

- Fyrst og fremst er okkara mál at yvirliva, og syrgja fyri at Suðuroyggin hevur eitt fótbóltslið í bestu deildini í 2019 eisini.

Hvør er so lykilin til hetta ?
- Fyrst og fremst skulu vit geva alt tað vit eiga, og so bara at halda á við tí góða arbeiðinum, sum vit hava gjørt inntil víðari, og koyra 100% á til hvørja venjing og hvønn dyst.

Suðringar eru spáddir at enda í niðaru hálvu í ár. Men tað er generelt lagt upp til eina spenanndi kapping, har nógvar broytingar hava verið runt umkring. Og Salmundur Bech heldur, at støðið bara er hækkandi.

Støðið í bestu deildini hækkar hvørt ár, og aftur í ár haldi eg, at tað hava verið nakrar spennandi broytingar, á leikarasíðuni, men eisini á venjarasíðuni. Tað eru nógvir nýggir útlendskir leikarar, ið eru komnir til føroyskan fótbólt, og sláa teir til, so hækkar støðið munandi.

Viðvíkjandi persónliga málinum fyri hetta kappingarárið, so er Salmundur ikki í iva í, at hann skal hava nøkur mál:.

- Eg havi sett mær sum mál, at skal skora minst 10 mál í Betri-deildini.

Lýs teg sjálvan sum leikara við trimum orðum
Klókur, yvirblikk, arbeiðissamur

Besta fótbóltsminni
Stuttligt nokk, so er tað tann fyrsta grannauppgerðin ímóti TB í vaksnamannadeildini. Tað var í 2012, tá eg slapp við besta liðnum hjá FC Suðuroy sum dreingjaliðsleikari (U16 leikari), og fekk 20 minuttir á vøllinum. Vit vunnu 1-0

Besti dystur í karrieruni
3-2 sigurin á Víkingi í Norðagøtu í fjør

Besti leikari tú hevur leikt saman við?
Albert Adu

Besti mótstøðuleikari
Fróði Benjaminsen

Les eisini: HB-málverjin ger runavíkingar til favorittar