Mynd: bolt.fo

Suðringar tætt við at styrkja um álopið

Ari av Rana

18.06.2018 - 10:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tá Suðringar komandi vikuskifti taka ímóti oddaliðinum HB, verður ein nýggjur leikari væntandi við í hópinum. Talan er um Pape Mamadou Faye, sum er fyrrverandi U19 landsliðsleikari hjá Íslandi.

Leikarin sjálvur og Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy váttað fyri heimasíðuni bolt.fi, at hann væntandi skrivar undir sáttmála við felagsliðið í einum av komandi døgunum.

Pape er 27 ára gamal, spælir í álopinum, og hevur búð í Íslandi síðani hann var 11 ára gamal. Pape er upprunaliga úr Senegal.