Jacob Zuma (Savnsmynd: EPA)

Suðurafrika: Floksfelagar krevja forsetan frá



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.02.2018 - 08:16

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Ráðandi flokkurin í Suðurafrika, ANC, sat í gjár á fundi í 13 tímar og viðgjørdi framtíðina hjá umstrídda forseta landsins, Jacob Zuma. Eitt sindur ógreitt er, júst hvat niðurstøðan á fundinum var, men um middagsleitið í dag, fer flokkurin at halda tíðindafund um støðuna.

Reuters skrivar frá einari keldu, at flokkurin hevur tikið avgerð um, at krevja, at Zuma leggur frá sær. Aðrar keldur siga, at flokkurin fer at senda forsetanum eina áheitan um at leggja frá sær.

Statsliga kringvarpið, SABC, skrivar, at Zuma hevur fingið eina freist upp á 48 tímar at koma við uppsøgn sínari.

Netmiðilin, sum eitur Business live, veit at siga, at Zuma hevur sýtt fyri at leggja frá sær, og krevur at sleppa at halda fram í tríggjar mánaðir um hann sjálvboðin skal leggja frá sær. Hetta kravið skal verða víst aftur av floksleiðsluni.

Ein serfrøðingur í suðurafrikanskum viðurskiftum sigur við nrk.no, at Zuma neyvan fer at geva seg uttan stríð. Hann hevur verið í líknandi orrustu fyrr og hevur altíð sýtt fyri at geva seg.

Tað sigst, at formaðurin í ANC-flokkinum, Cyril Ramaphosa, sum eisini er suðurafrikanskur varaforseti, og Ace Magashule, ANC-floksskrivari, í nátt vóru heima hjá Zuma í Pretoria.

Ein kelda sigur fyri Reuters, at floksformaðurin fór at vitja forsetan fyri at fáa hann at leggja frá sær.

Jacob Zuma fór frá sum leiðari fyri ANC í desember. Forsetaskeið hansara gongur til 2019, men hann er komin undir trýst fyri at geva valdið til varaforsetan, Cyril Ramaphosa.