(Mynd: CNN)

Suðurkorea tók kinesiskt skip við olju til Norðurkorea

Ari av Rana

29.12.2017 - 16:10

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Suðurkoreanska uttanríkismálaráðið boðar frá, at Suðurkorea hevur tikið eitt skip, skrásett í Hong Kong, sum flutti olju til eitt norðurkoreanskt skip. Hetta er í stríð við ST revsitiltøk móti Norðurkorea.

Uttanríkismálaráðið sigur, at skipið fór úr havnini í Yeosu í Suðurkorea, og sigldi út á altjóða hav tann 19. oktober, har tað flutti olju yvir á eitt norðurkoreanskt skip.

- Revsitiltøk hjá trygdarráðnum hjá ST forbjóðar flytingar til norðurkoreansk skip, segði talsmaður hjá suðurkoreanska uttanríkisráðnum við CNN.

Suðurkoreanskir myndugleikar tóku skipið, tá tað kom inn aftur til Yeosu tann 24. november.

Avdúkingin kemur dagin eftir at Donald Trump, forseti í USA, ákærdi Kina fyri selja olju til Norðurkorea, og harvið fyri brot á revsitiltøkini.