Suðuroyar Sparikassi yvirskot og útlánsvøkstur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

30.03.2017 - 16:10

Tíðindi > Pengar > Bankavirksemi

Suðuroyar Sparikassi hevur í 2016 havt ein vøkstur í inn- og útlánum á ávikavist 2,0 % og 5,5 % og eitt yvirskot á 0,9 mió. kr. áðrenn skatt sammett við 0,8 mió. kr. í 2015. Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa var 15,1 %.

Árið 2016 var merkt av vaksandi lánieftirspurningi, at deildin í Havn varð flutt niðan á Staraveg 9, at virðisbrøv, gjaldoyra og SWIFT vórðu flutt frá SparNord til Sparekassen Kronjylland og at Suðuroyar Sparikassi almannakunngjørdi, at samstarv var fingið í lag við Flex Funding.

Suðuroyar Sparikassi er fyrsti peningastovnur í Norðurlondum, sum hevur tikið upp samstarv við ein crowd funding pall. Við Flex Funding FO-samstarvinum fevnir Sparikassin um nakrar av teimum møguleikum, sum liggja í talgildingini og skiftisbúskapinum. Flex Funding FO kemur inn á føroyska marknaðin várið 2017. 

Tað gongur skjótt framá í føroyska búskapinum. Vøksturin í Føroyum stavar frá mongum tættum, t.d. fylgir politikkurin hjá skiftandi landsstýrum uppgongdini við skattalættum, almennari bygging osfr., lágu altjóða rentuni, tilførsla úr ECB av gjaldføri, stórum uppsparingaryvirskoti, umframt at føroyski útflutningurin av laksi og uppsjóvarfiski stendur seg sera væl.

Sparikassin ansar tó eftir at tálma útlánini – bæði fyri at nøkta krøv, ið fara at verða sett (NEP, IFRS9; NSFR) og fyri í góðari tíð at vísa teimum hollu búskaparligu viðurskiftunum ans. Sparikassin hevur hetta seinasta árið økt krøvini at veita viðskiftafólkum fígging. Sparikassin væntar at minka um útlánini hjá sær í 2017-2019 fyri at minka um váðan í góðari tíð, meðan búskapurin enn er í støðugum vøkstri.

Ársúrslit Sparikassans fyri skatt varð 871 tkr. Sparikassans rentu- og ómaksgjøld minkaðu við 277 tkr. úr 24.160 tkr. í 2015 til 23.883 tkr. í 2016. Sparikassin hevði tó ein vinning á 1.412 tkr. av virðisbrøvum samanborið við eitt hall á 489 tkr. í 2015. 

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við 2 % úr 21.709 tkr. í 2015 til 22.144 tkr. í 2016. Sparikassin hevur í 2016 goldið fleiri einstakar útreiðslur, t.d. seldi Sparikassin yvirtiknar ognir og hevði tvífaldað húsaleigu í sambandi við flytingina í Havn. Hesi tiltøk bøta eisini um vinningin næstu árini.

Niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn v.m. vóru 1.726 tkr. samanborið við -122 tkr. í 2015. Suðuroyar Sparikassi væntar eitt úrslit fyri 2017 á 1,5- 2,0 mió. kr. áðrenn skatt. Komandi árið sær spennandi út – Flex Funding FO kemur á marknaðin og fleiri nýggj tiltøk verða sett í verk.

Tíðindaskriv frá Suðuroyar Sparikassa