Fyrsti venjingardysturin hjá Suðuroyarliðnum (Mynd: Niels Hammer)

Suðuroyarliðið spældi søguligan dyst leygardagin

Niels Petersen

12.02.2017 - 18:24

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Leygardagin varð ein søguligur fótbóltsdystur spældur við Stórá í Trongisvági. Talan var um venjaingardyst millum fótbóltssamstarvið í Suðuroynni - sum vit av praktiskum ávum nevna Suðuroyarliðið - og ÍF. Rímuliga stóra áskoðarafjøldin fekk ein málríkan og undirhaldandi dyst, sum ÍF endaði við at vinna 3-4, eftir at fuglfirðingar vóru á odda 1-3 í hálvleikinum.

Stórur spenningur var um, hvussu nýggja Suðuroyarliðið mundi fara at klára seg í sínum fyrsta venjingardysti. Ja í sínum fyrsta dysti yvirhøvur. Og tað byrjaði eisini við fleiri misskiljingum. Men tað sum eigur at ugga suðuroyingar er, at leikararnir kempa fyrimyndarliga, og hava stóra breidd í hópinum.

Fuglfirðingar løgdu seg á odda, men suðuroyingar javnaðu. Síðani fingu gestirnir tvey afturat áðrenn steðgin. Í øðrum hálvleiki kom heimaliðið væl betur við, og eftir einari løtu var aftur javnt, 3-3. Móti endanum fekk ÍF tó aftur gagnýtt eina misskiljing hjá heimaliðnum, og skora endaliga málið til 3-4.

Sostatt endaði hesin fyrsti dysturin hjá fótbóltssamstarvinum í Suðuroynni við einum teprum 3-4 ósigri.

Úrslitið í sjálvum sær kann ikki brúkast til so ræðuliga nógv hjá pørtunum báðum, men innsatsin og spælið sum heild kunnu venjararnir avgjørt brúka.

Hópin av venjingum og nakrir venjingardystir eru eftir undan kappingarbyrjan 12. mars, og tá er tað júst hesi bæði liðini sum hittast í fyrsta umfarinum, aftur í Trongisvági.

Málini hjá Suðuroyarliðnum skutu Salmundur Bech 2 og Ari K. Poulsen. Málini hjá ÍF skutu Ari Ellingsgaard, Kristoffur Jakobsen, Ndende og Jóhan Petersen.