Mynd: Ssl.fo

- Suðuroyingar fangaðir og snýttir

Sverri Egholm

11.05.2017 - 21:42

Tíðindi >

Galaxy elvir ikki til høvuðbrýggj hjá bara Strandferðsluni. Suðuroyingar eru sjálvandi merktir av, at ferjan í gjár og í morgun mátti avlýsa túrar.

- Í dag sigldi Galaxy norður, men hetta er einasti túrur í dag – eisini hóast upptøkur frá ferðafólki umborð vísa, at veðrið er gott og at kalla ongin alda er, verður skrivað á Suðuroyarportalinum.

- Í øllum førum, so eru nógvir suðuroyingar og ikki minst nógv ferðafólk, sum ætlaðu at halda langt vikuskiftið í Suðuroynni, “fangaði” í Havn og noyðast á hotel ella í gistingarhús, tí umborð á Galaxy, har fólk kunnu leiga kømur í kvøld, er alt longu fult.

Strandferðslan hevði fingið avtalu í lag við Atlantsflog um at tyrlan fór at flúgva fólk, sum skuldu umvegis Vága Floghavn, men hetta hevur heldur ikki gingið sum æltað, skilst.

- Ferðaseðlar vórðu eisini keyptir við tyrluni, men eftir at hava bíðað í fleiri tímar (tí tyrlan varð útkallað til neyðstøðu) og tyrlan endiliga kom aftur í Vága Floghavn, fingu tey at vita, at tyrlan hóast alt ikki fleyg, tí Galaxy var farin av Krambatanga.

Sambært Suðurrás, vóru fólkini víst til bussar, sum ókeypis koyrdu tey til Havnar. Men úr Havn sleppa tey ikki, tí Galaxy siglur ikki meira.

Stranferðslan hevur boðað frá, at Galaxy siglur av Havnini á Krambatanga klokkan 6 í morgin árini og klokkan 10 til Havnar aftur.