Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

Strandferðslan: - Suðuroyingar mugu brynja seg við toli

Sverri Egholm

15.02.2018 - 21:04

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Umvælingararbeiði á ein av høvuðsmotorunum hjá Smyrli gongur framá, tó mugu suðuroyingar brynja seg við toli teir næstu dagarnar.

Tað skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

- Seinasta dagføringin úr maskinrúminum er, at tann luturin sum trupulleikar hava verið við, skal sendast av landinum til umvælingar. Luturin verður sendur til Danmarkar, har hann skal á eina smiðju hjá Wårtsila í Hirtshals.

Eftir ætlan skuldi hann sendast sum flogfrakt í morgun.

- So leingi sum arbeiðið stendur uppá, siglur Smyril við 3 motorum, og tískil kunnu onkrar smávegis seinkingar fyrikoma, sigur Strandferðslan.

Kunnað verður, tá ið brekið er rættað, og skipið aftur siglir við fullari maskinorku.