Johan Gulliksen í dysti móti Skála. Tað gjørdist einasti dysturin hjá norðmanninum fyri felagsliðið í Suðuroynni (Savnsmynd: Bjartur Vest)

Suðuroyingar og norskur áleypari gevast við samstarvinum

Sverri Egholm

15.05.2017 - 21:28

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Norski áleyparin hjá TB/FC Suðuroy/Royn verður ikki at síggja á liðnum aftur. Sáttmálin er uppsagdur eftir, at staðfestast mátti, at skaðin hann hevur fingið verður ov drúgvur. Tað skrivar TB á heimasíðuni.

- Felagið var vitandi um, at Johan var skaddur undan kappingarbyrjan, men vónin var, at skaðin ikki bleiv ov drúgvur. Johan bleiv eisini skaðafríður og spældi ímóti Skála, men bleiv tíverri skjótt aftur skaddur og harvið mátti ásannast, at hansara skaði varð drúgvari enn vænta og tí er sáttmálin uppsagdur við norska framherjan, skrivar felagið.

22 ára gamli Johan Gulliksen leikti ein dyst fyri felagsliðið.