(mynd: EPA)

Suðurstatsflaggið strikað av stjórnarbygningi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.07.2015 - 07:18

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Við stórum meiriluta hevur amerikanski staturin South Carolina samtykt at strika suðurstatsflaggið av stjórnarbygninginum.

Avgerðin varð tikin eftir ein 13 tíma langan fund. Politikararnir hava samtykt eina lóg, sum merkir, at suðurstatsflaggið ikki longur skal veittra yvir stjórnarbygningin. Lógin varð samtykt við 94 atkvøðum fyri og 20 ímóti í umboðsmannatinginum.

Lógin var frammanundan samtykt í senatinum í statinum, og nú er bert eftir, at hon verður undirskrivað av guvernørinum í South Carolina, Nikki Haley, sum frammanundan hevur boðað frá, at hon fer at skriva undir.

Tað eru nú tríggjar vikur síðan, at níggju svartir borgarar vórðu dripnir av skotum í eini kirkju í Charleston í South Carolina.

Suðurstatsflaggið, ið stavar frá amerikanska borgarakrígnum frá 1861 til 1865, er fyri mong ein ímynd av trælahaldi og rasismu.