(Savnsmynd: EPA)

Súkklandi maður stangaur av krúnhjørti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

17.07.2017 - 06:32

Tíðindi > Tíðindi > Danmark

Tað er ikki heilt vandaleyst at seta seg á fjallasúkkluna og fara út í donsku náttúruna at súkkla.

Tað mátti ein 51 ára gamal maður sanna, tá hann í gjár fór ein súkklutúr á vegnum nærhendis býnum Sønderho á Fanø. Maðurin varð álopin av einum krúnhjørti, ið knappliga leyp fyri hann úr skógarjaðaranum.

- Hjørturin stangaði mannin, sum datt av súkkluni, greiðir vakthavandi hjá Sønderjyllands Politi fyri tv2.dk.

Sagt verður, at maðurin kom illa til skaða, bæði av samanstoytinum við hjørtin og av fallinum av súkkluni. Hann mátti heintast við tyrlu fyri at koma í viðgerð á sjúkrahúsi.

Hornini raktu mannin í annað lunga, og hann mátti tískil undir skurð á universitetssjúkrahúsinum í Odense.

Løgreglan sigur, at tey ikki hava upplivað slíkar hendingar fyrr. Eitt hendiligt óhapp, ið løgreglan ikki kann gera meira við. Krúnhjørturin er ikki sæddur síðan hendingina.