Súkklarar støðgaðir í storminum

Ingi Samuelsen

14.09.2017 - 07:49

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Tað eydnaðist ikki at gjøgnumføra annan teinin í Danmark Runt kappingini í gjár.

Vindurin var so nógvur, tá súkklararnir skuldu súkkla framvið suðurstrondini á Fjóni í gjár, at fyrireikararnir gjørdu av at avlýsa kappingina.

Rættiliga stór ósemja var um, hvørt tað var rætt at avlýsa ella ikki. Tað regnaði av grimd, men tað plagar ikki at halda súkklarum aftur. Men stormurin, sum herjaði sunnara part av Danmark í gjár, hevði størri vindferð við sær, at tað er vanligt at síggja í súkklukappingum.

Tí var skjótt tikin avgerð um, at súkklararnir ikki skuldu útsetast fyri at súkkla yvir um brúnna til Tåsinge, og tí var teinurin nakað styttur. Tá leiðslan so bað súkklararnar um at halda aftur – at neutralisera kappingina – ein part av teininum, kom ósemja í hópin, og súkklararnir gjørdu ikki mætari enn at støðga áðrenn almenna avgerðin um at avlýsa kappingina, varð tikin.

Sostatt er støðan júst tann sama, sum hon var eftir fyrsta teinin týsdagin, tá súkklararnir í dag fara undir ’kongaetapuna’, sum gongur av Norðurfjóni, yvir um Lítlabelt og við máli í brekkunum í Vejle.

Føroyski Torkil Veyhe liggur nummar 30 í kappingini. Tað var júst í brekkunum í Vejla, at føroyski súkklarin veruliga gjørdi vart við seg í kappingini í fjør.

Les eisini: ColoQuick koyrir fyri Torkil

Danmarks Radio DR1 sendir kappingina beinleiðis. Sendingin í dag byrjar klokkan 14.30