Sum at koma inn frá eini síðugøtu í París



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

15.07.2013 - 21:29

Mentan > List > Myndlist

Í løtuni er ein listaframsýning at síggja í Archie's Studio, summarkaféini á loftinum hjá Norðoya Kunningarstovu í Biskupsstøðsgøtu 9 í Klaksvík, við úrvali av føroyskari list, skrivar Norðoya Kunningarstova í tíðindaskrivi.


Talan er um listaverk hjá Heiðriki á Heygum, Edward Fuglø, Jan Nystrøm og Silju Eystberg Wendelboe. Til ber at keypa listaverkini umframt prýðislutir frá Knappliga og Katrin Sølvará.

Kaféin eitur Archie's Studio, tí vetrarhálvuna heldur listaskúlin hjá Archibald Black til her. Men um summarið eru hølini umskapað til eina hugnaliga kaffistovu við endurnýtsluinnbúgvi frá Dugna á Kambsdali, umframt við nýggjari føroyskari list og handverki.

Fyrireikararnir siga, at tað er sum at koma inn frá eini síðugøtu í Paris ella Amsterdam, tá tú trínur inn í Archie's Studio. Umhvørvið er hugnaligt, og til ber at njóta ein drekkamunn við onkrum søtum afturvið.