Mynd: Janus Rein

Sumbiarsteinur og flesjarnar úr erva



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

25.04.2018 - 18:10

Mentan >

Janus Rein tók hesar myndirnar fyrr í dag úr flogfari ávegis til Vágar úr Cardiff av flesjunum sunnast í fjør, fimm kilometrar úr Sumba.

Myndirnar eru tiknar í umleið tríggjar kilometra hædd.

Sumbiarsteinur verður eisini kallaður Munkurin og hildið verður, at hann var hægri fyrr. Sambært Wikipedia fór hann í brimi í 1884/85 og tá 21 metrar høgi Munkurin minkaði niður í 11 metrar.

Munkagrunnurin er nakað sunnanfyri flesjarnar.

Flesjarnar í økinum við Sumbiarstein:
Sumbiarfles, 4 metrar og tættast landi
Miðjufles, 4 metrar
Bøllufles, 6 metrar
Stórafles, 7 metrar
Munkurin ella Sumbiarsteinur, 11 metrar høgur og longst landi

Í 2016 eydnaðist tað John Petersen og Peter Martin Johannesen at koma upp á Sumbiarsteinin. Síggj video hvussu tað gekk her