Summar Cup verður endurtikið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.07.2014 - 19:48

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Vit eru sera væl nøgd við kappingina, og hava fingið nógvar jaligar afturmeldingar. Tað sigur Andrass Thomsen frá B36, sum var høvuðsfyriskipari av stóru ungdómskappingini Adidas Suppar Cup, sum varð hildin í Gundadali leygardagin.

Tiltakið var so mikið væl eydnað, at tað heldur eingin ivi er um, at kappingin verður aftur á skránni næsta ár, sigur Andrass Thomsen.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti fyrstu útgávuna av Adidas Summar Cup klokkan 10 leygardagin, og síðan varð dystast tað mesta av degnum. Talan var um kappingar í øllum aldursbólkunum frá U6 til U16, og liðini komu úr øllum landinum.

Yvir 400 børn luttóku í kappingunum, sum gingu fyri seg á øllum trimum vøllunum í Gundadali. Tá fyriskiparar, foreldur, systkin og onnur verða tald afturat, verður mett, at 1000 fólk vitjaðu í Gundadali leygardagin, siga fyriskipararnir.