Summar Cup verður enn størri í 2018!



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

19.12.2017 - 07:35

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Komandi summar skipar B36 fyri fjórðu ferð fyri fótbóltskappingini, Intersport Summar Cup. Kappingin er voksin støðugt hvørt ár, og í ár luttóku heili 100 lið úr øllum landinum.

Nú verður enn eitt stig tikið til at gera kappingina enn størri, tí komandi summar verður kappingin skipa yvir tveir dagar hjá U11, U13 og U15. Meðan tað framvegis verður eitt eindags tiltak hjá teimum yngstu (U7 og U9).

- Við at hava kappingina yvir tveir dagar, kunnu vit hava longri dystir og spælast kann á størri vølli, sigur Andrass Thomsen frá B36. Hann leggur aftrat, at við hesum, kemur kappingarskipanin at líggjast meira tí, sum vit kenna frá eitt nú Dana Cup.

Tá kappingin verður yvir tveir dagar verður møguleiki hjá liðinum at gista í einum skúla í Tórshavn.

- Ætlanin hevur altíð verið, at gisting skuldi gerast ein partur av tiltakinum, so hetta kann gerast eitt stórt fótbóltsvikuskiftið, sigur Andrass Thomsen.

Intersport Summar Cup verður 7. og 8. juli 2018.