Summarfestival: Komið í góðari tíð

Steinar Patursson

12.08.2017 - 15:35

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Roknað verður við nógvum fólki á Summar festivali í kvøld, og fyrireikararnir heita tí á gestirnar um at koma í góðari tíð.

Triði og seinasti dagurin á Summar Festivalinum bjóðar gott veður, amerikanska superbólkin Toto og eina drúgva skrá við føroyskum bólkum.

Serliga verður roknað við nógvum fólki til Toto konsertina, ið byrjar kl. 22.

– Konsertin við Toto verður ein av størstu konsertunum, sum hevur verið á Summar Festivalinum, og tí heita vit á fólk um at koma á festivalin í góðari tíð. So kunnu fólk sleppa inn á økið og á Vagsbø uttan hóvasták, áðrenn konsertin byrjar, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

Fyrsta konsertin á Summar Festivalin í dag verður við Kristinu Bærendsen, sum byrjaði kl 16.00. Í kvøld ber eisini til at hoyra bólkar sum Anfinn & Co., Páll Finnur Páll, Guðrið Hansdóttir, Kára P, Eyðun Nolsøe og fleiri.