Mynd: Jens Kr. Vang

Summarfestivalurin: Her finnur tú skrá og veðurforsøgn

Sverri Egholm

11.08.2017 - 22:12

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Annar dagur á ársins Summarfestivali er farin í gongd og nú klokkan 18 festivaldystur. Dysturin er samstundis ein toppdystur í Effodeildini, tí tað er KÍ, sum tekur ímóti Víkingi.

Fyrsta navnið í kvøld er Beinir sum spælir á Torginum klokkan 19.

Stórt poppbrak verður á Vágsbøi klokkan 21 í kvøld, tá danski Christopher spælir. Á midnátt eru klaksvíkingarnir úr Dynamit klárir og Signar í Homrum letur stóra pallin aftur og byrjar klokkan 02:45.

Annars hevur tað regnað í allan dag, men út á seinnapartin sleit í, og sólin leitaði sær fram. Í kvøld og í nátt sigur hann eisini gott veður.

Síggj alla skránna her

Fylg við veðrinum her