Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Summarfestivalurin: Her finnur tú skrá og veðurforsøgn

Sverri Egholm

10.08.2017 - 18:58

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Ársins summarfestivalur verður skotin í gongd klokkan 20 í kvøld.

Stóra navnið í dag er Lukas Graham, sum spælir á Vágsbøi klokkan 22. Klokkan 23:45 spælir Konni Kass og eins og í fjør enda Danny & the Veetos enda kvøldið. Konsertin hjá teimum byrjar klokkan 1.

Veðurstovurnar hava alla vikuna lovað regn í dag og í morgin, og hetta er tíverri ikki broytt. Sambært nýggjastu veðurforsøgnunum fer at regna illa í alt kvøld og langt út á náttina. Í morgin verður eisini nakað av regni, men út á kvøldið verður turt.

Síggj skránna her
Fylg veðrinum her

(Leinkjurnar lata upp í nýggjum vindeyga)