Summartónar í býráðssalinum í Saltangará

Tíðindaskriv

10.08.2016 - 10:26

Mentan > Mentan > Konsertir

[Hendan konsertin er tíanverri avlýst vegna serligar umstøður.]

Hóskvøldið Birgitte Schnakenburg (piano) og Kenneth P. Jones (trompet) konsert í býráðssalinum í Saltangará.

Ken Jones og Birgitte Schnakenburg hava spælt og framført saman í fleiri ár, bæði í Føroyum og uttanlands. Harumframt hava tey framført sum "kamartrio" saman við Moniku Stauss Joensen á violin.

Ken og Birgitte hava áður givið eina fløgu út við heitinum “Tíðin Rennur” umframt í 2016 “Smilla”.

Til summartónakonsertirna í Saltangará fara Ken og Birgitte at frumframføra eitt stykki eftir Kristian Blak, “Sálmalag”, klaverstykki eftir Pauli Sandagerði, umframt verk eftir Barat, Levi og Carl Nielsen.

Leggjast kann aftrat, at Ken eisini er kendur sum dirigentur í lokala hornorkestrinum, Nes Sóknar Musikkfelag.