Sundalagsstevna: - Um tað ikki riggar innan heilt stutta tíð verður alt útsett

Sverri Egholm

11.06.2016 - 14:51

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Status er, at vit ikki rógva barnaróður tí tað er ov nógvur vindur. Ymiskar umstøður við varpi og øðrum gera, at tað ikki letur seg gera, sigur Karlot Hergeirsson, kappingarleiðari hjá Róðrarsambandinum við Kringvarpið.

- Vit fara at gera klárt til 1000 metrar startin nú. Eitt sindur av útgerð skal flytast, men tað tekur ikki langa tíð, sigur hann og vónar at gongd verður á um ein hálvan tíma.

- Hetta skuldi ikki komið fyri. Vit vóru her mikukvøldið til fyrireikingarfund, har vit tosaðu allar detaljur ígjøgnum, men avtalur hildu ikki.

Tað eru nógv nýggj sum standa fyri róðrinum í ár, umframt at stórur partur í nevndini hjá Róðrarsambandinum er nýggj.

- Vit kunnu bara læra av hesum, men tað er harmiligt, sigur Karlot Hergeirsson við Kringvarpið.

Hann avsannar at tað í løtuni er talan um at avlýsa allan kappróður í dag, men um tað ikki “klappar” innan heilt stutta tíð verður alt útsett, segði hann.