Savnsmynd frá Sundalagsstevnu í Kollafirði 2015 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sundalagsstevnan verður hildin í Kollafirði í ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

30.05.2018 - 12:26

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Sundalagsstevnan 2018 verður hildin í Kollafirði, har upphiting til stevnuna verður longu 6. juni, tá hondbóltsdystur verður í høllini.

Tónleikur setur sítt dám á fyrsta kvøldið av stevnuni, tá Signar í Homrum og Jens Marni Hansen hava sitikonsert í Bygdahúsinum.

Fríggjakvøldið verður alt tað, sum ein stevna vanliga hevur at bjóða við ponyríðing, framsýningum, møti, hugnakvøldið o.l.

Leygardagin 9. Juni verður stevnan sett. Skrúðgonga verður frá bygdahúsinum út í ítróttahøllina, har Jákup Dam, býráðslimur, setir stevnuna. Seinni á degnum verður bæði barnaróður og kappróður, umframt ein ørgrynna av øðrum tiltøkum.

Sunnudagurin verður merktur av gongutúri Norðuri í Sundum og stovukonsertum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.