Mynd: EPA

Sunderland stríðist á botninum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Steinar Patursson

18.03.2017 - 14:12

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Stórdysturin í Premier League hetta vikuskiftið verður í morgin, tá Manchester City tekur ímóti Liverpool.

Men týdningarmiklasti dysturin í dag er uttan iva dysturin millum botnliðið Sunderland og Burnley. Sunderland liggur á aftasta plássi við 19 stigum, trý stig aftanfyri Middlesbrough, og Sunderland hevur tapt seinastu tríggjar dystirnar. Middlesbrough tekur í morgin ímóti Manchester United, og nú útlit eru fyri, at Middlesbrough ikki fær fult stigatal í tí dystinum, er alneyðugt hjá Sunderland at minka um munin upp á 19. pláss, áðrenn Sunderland og Middlesbrough bresta saman í næstu viku.

Fyrsti dysturin í dag er millum West Brom og Arsenal. Dysturin er farin í gongd, og støðan er í løtuni 3-1.

Kl. 15 tekur Stoke ímóti Chelsea, sum við einum sigri kann leggja seg á odda í Premier League við heili 13 stigum.

Dystarskráin í dag:

12:30

West Brom - Arsenal

15:00

Crystal Palace - Watford

Everton - Hull

Stoke - Chelsea

Sunderland - Burnley

West Ham - Leicester

17:30

Bournemouth - Swansea