(Mynd: EPA)

Sungu bannaðan tjóðsang eftir OL-sigurin

Ingi Samuelsen

26.02.2018 - 08:31

Ítróttur > Ítróttur > Vetrarítróttur

Russiska OL-landsliðið hjá monnum er komið í trupulleikar eftir at teir sungu russiska tjóðsangin í sambandi við at teir vunnu gull við at vinna á Týsklandi í OL-finaluni.

Vanligt er, at tjóðsangurin verður spældur, tá ein kapping er vunnin, men hetta var ikki galdandi fyri russisku sigrarnar undir olympisku leikunum. Teir russar, sum vóru við til OL, sluppu ikki at íðka undir russiskum flaggi orsaka av miðvísu statsstýrdu russisku dopingini.

Hetta bar millum annað í sær eitt bann móti at spæla russiska tjóðsangin undir leikunum. Sambært CNN samdist russiska liðið um at syngja tjóðsangin, hóast tað var olympiski sangurin, ið skuldi fylla høllina.

- Eg haldi, at vit frá byrjan av høvdu eitt brennandi ynski um at syngja. Tá vit stillaðu upp til heiðursmerkjahandan, samdust vit um at syngja tjóðsangin, so tað gjørdu vit, segði verjuleikarin Bogdan Kiselevich, sambært CNN, eftir heiðursmerkjahandanina.

- Vit sleppa ikki at luttaka undir okkara flaggi, so vit máttu gera okkurt. Vit sungu, tí vit eru russar, og tá tú vinnur, so ljóðar tjóðsangurin. Tað liggur í okkara hjørtum og sálum, greiddi hann frá.

Tá Kiselevich varð spurdur, um hann ikki óttaðist fyri at verða revsaður fyri hetta, svaraði hann bara:

- Vit hava talufrælsi.

Noreg vann flest heiðursmerki
Hóast russiska sigursfagnaðin í íshokkeyhøllini, gjørdust olympisku leikirnir ikki nakar stórsigur fyri ”olympiskar íðkarar úr Russlandi”.

Undir leikunum í Sochi fyri fýra árum síðani, gjørdist Russland mest vinnandi tjóðin. Í Suðurkorea vann Russland einans tvey gullheiðursmerki, 6 silvur og 9 bronsu og gjørdist nummar 13 á listanum.

Noreg gjørdist mest vinnandi tjóð við 14 gull, 14 silvur og 11 bronsuheiðursmerkjum. Síðan kom Týskland við 14 gull, 10 silvur og 7 bronsu og Kanada við 11 gull, 8 silvur og 10 bronsu.

Svøríki gjørdist nummar seks við 7 gull, 6 silvur og 1 bronsu, meðan Finnland vann 1 gull, 1 silvur og 4 bronsu og gjørdist nummar 18 á listanum yvir tey 30 londini, ið vunnu heiðursmerki á olympisku leikunum hesaferð.