(Mynd: bragdid.fo)

Súni og Robert eru Six Star Finisher



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

18.04.2017 - 11:40

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Tveir føroyskir rennara vórðu um páskirnar heiðraðir við serligum heiðursmerki, nevniliga fyri at hava runnið tær seks stóru maraton-renningarnar, og kunnu sostatt kalla seg ”Six Star Finishers”.

Talan er um teir báðar Súna Jacobsen og Robert Vilhelmsen, sum 2. páskadag runnu maraton í Boston í USA, skrivar heimsasíðan hjá Bragdinum.

Komnir á mál høvdu teir runnið tær seks stóru maraton-renningarnar, nevniliga í London, Berlin, Tokyo, Chicago, New York og Boston og fingu serliga heiðursmerkið.

Bragdid.fo skrivar, at Súni og Robert hava verið í sama ferðalagi á fleiri av hesum maraton-túrunum.

Tríggir aðrir rennarar hjá Bragdinum, Herluf Jakobsen, Henry Olsen og Jan Egholm, gjøgnumførdu eisini Boston Maraton í gjár.