Súni Schwartz Jacobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Súni Schwartz Jacobsen nýggjur stjóri á NUMO



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

13.06.2018 - 11:31

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Annað

Fyrrverandi stjórin í Eik, Súni Schwartz Jacobsen, hevur fingið nýtt starv sum stjóri á grannskoðara-og ráðgevarafyritøkuni NUMO.

Súni Schwartz Jacobsen er statsautoriseraður grannskoðari og var stjóri á Spekt frá 1996 til 2006, tá hann gjørdist stjóri í Føroya Banka. Í 2011 bleiv hann stjóri í Eik, har hann var til í fjørheyst.

Stutt eftir at ein løgfrøðilig kanning av skattamálinum mælti til at lata løgregluna kanna, um bankin hevði brotið lógina, boðaði Súni Schwartz Jacobsen frá, at hann fór úr starvinum, tí nógva umrøðan ikki gagnaði Betri-samtakinum. Tær kanningarnar eru ikki lidnar enn, sigur Kringvarpið, og Ben Arabo er nú samtaksstjóri í Betri-samtakinum.

Súni Schwartz Jacobsen byrjar í starvinum 1. september, tá hann tekur við sum annar av tveimum stjórum í NUMO. Hin stjórin er Bjarni Arnason.



beint nú