Super Bowl XLIX í fjør (Mynd: EPA)

Super Bowl fyri hálvtrýssinstjúgundu ferð sunnudagin

Sverri Egholm

05.02.2016 - 14:39

Ítróttur >

Sunnudagin verður størsta tiltakið í amerikonskum ítrótti tá Carolina Panthers og Denver Broncos bresta saman í Super Bowl, sum í ár verður leikt á Levi’s Stadium. Hetta er hálvtrýssinstjúgundu ferð, at Super Bowl verður leikt.

Umframt at ein spennandi dystur kann væntast, er Super Bowl eisini karmur um nógv undirhald. Vælumtókti bólkurin Coldplay kemur at framføra umframt at Beyoncé og Bruno Mars eisini framføra í steðginum. Eisini er hálvleikurin í Superbowl kendur fyri nógvu kreativu lýsingarnar, sum eru at síggja.

Hyggjaramet at kalla hvørt ár
At Super Bowl hevur stóran áhuga er einki at ivast í, tí nærum hvørt ár setur stóra finalan í amerikonskum fótbólti hyggjararmet. Síðsta ár vóru tað 114,4 milliónir amerikanarar, sum fylgdu við tá New England Patriots vann á Seattle Seahawks í einari av teimum mest spennandi finalunum yvirhøvur.

Í ár verður væntað enn fleiri hyggjarar. Sambært International Business Times væntar man, at hyggjaratalið fer at liggja um 117 milliónir.

Matur í stórum stíli
Stóra finalan er eisini kend fyri nógvan og feitan mat. Pitsa, burgarar, bacon, høsnarungaveingir, kips og dipp er nakað, sum nógvir hyggjarar fara at skraða í seg í stórum stíli sunnukvøldið.

Super Bowl verður sunnukvøldið og sendingin á TV3+ byrjar klokkan 21 føroyska tíð. Sjálv finalan byrjar klokkan 23:30.